Arbeiðsøki


SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar er eitt virki við royndum við ráðgeving og projektering síðan 1969. Við støði í hesum royndum og samanleggingini við KJ Elráð og RM Bólkin, hava vit førleikar til at loysa ymiskar uppgávur innan installatiónir, orkuráðgeving, trygdar- & brunaráðgeving, umhvørvisráðgeving og byggi- & verkætlanarleiðslu. Vit hava nógvar royndir og harvið ment okkara vitan ígjøgnum nógvu verkætlanirnar, vit hava luttikið í, í Føroyum og uttanlands. Stór orka verður løgd í at vera við í fremstu røð. Vit leggja dent á at hava dugnalig starvsfólk og gott samstarv við feløg bæði her og uttanlands. Vit eru til reiðar at átaka okkum krevjandi uppgávur, har tørvur er á bæði serkunnleika og arbeiðsorku.