Dagføring og víðkan av Kringvarp Føroya


Arbeiðsøki:

Talan er um eina um- og útbygging av bygninginum í Sortudýki hjá Kringvarp Føroya.

Sum liður í  samanleggingini av Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya, er  verandi bygningur í Sortudýki umskipaður og  innrættaður av nýggjum, eins og verandi bygningur verður víðkaður. Talan er um umsitingarbygning og framleiðslubygning ið setur høg krøv til ljóðviðurskifti.

Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Kontrast, LBF og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2013-2014
Bygging: 2014-2015