Fimleikahøll við Løkin


Arbeiðsøki:

Nýggja fimleikahøllin við Løkin í Runavík verður samanbygd við gomlu ítróttahøllina. Umframt at hýsa fimleikinum skal hon betra møguleikarnar fyri óformligum og óskipaðum virksemi, spæli, rørslu og sosialum tiltøkum. Høllin kemur tí bæði at stuðla felagslívinum og betra ráðstevnumøguleikarnar í økinum.

Byggiharri: Runavíkar Kommuna
Ráðgevarar: BBP Arkitekter, LBF, Búsetur og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2012
Bygging: 2013-2014