Fjarhiti eftir Villingardalsvegnum


Arbeiðsøki:

Talan er um útbygging av fjarhitanetinum hjá Fjarhitafelagnum. Útbyggingin umfatar høvuðsleiðingar frá Sundsvegnum oman í Gundadal, soleiðis at eitt munandi størri øki verður knýt í fjarhitanetið, har ímillum svimjihøllin. Hetta er eisini partur av langtíðar útbyggingarætlanunum.

Byggiharri: Fjarhitafelagið
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2017
Bygging: 2017-2018