FSF húsið við Tórsvøll


Arbeiðsøki:

Hakin varð settur í tann 21. januar 2013 til nýggja FSF-húsið á Tórsvølli. Tað verður bygt, har áskoðarapallurin í syðra enda stóð.

Nýggja FSF-húsið verður andlitið og inngongdin til nýggja, uppstigaða Tórsvøll, og er ein partur av einari størri heildarætlan hjá Tórshavnar kommunu fyri allan Gundadal. Umframt ljós, graslíki og nýtt FSF-hús, skal Tórvøllur innilokast. Alt arbeiðið at uppstiga Tórsvøll fer at kosta millum 60 og 70 mó. kr. Tórshavnar kommuna, Fótbóltssamband Føroya og UEFA rinda kostnaðin í felag.

Byggiharri: FSF
Ráðgevarar: MAP Arkitektar, Verkfrøðingastovan, PB Consult og KJ Elráð