Kloakktunnil í Kúrdali


Arbeiðsøki:

Arbeiðið at gera nýggja útleiðing av høvuðskloakk í Kúrdali byrjaði í 2005.
Arbeiðið umfataði at skifta út kloakkleiðing úr Brekkutúni og oman í Kúrdal og at bora kloakktunnil.

Dentur varð lagdur á at loysa uppgávuna so umhvørvisvinaliga, sum til bar.
Hetta hevði m.a. við sær, at útleiðingin varð borað út gjøgnum Kúrdalsbenið og út í 8 metra dýpi. Ein loysn, ið ikki er sjónlig í umhvørvinum.
Arbeiðið varð liðugt í august 2006