Einki úrslit

Leguhús í Grønlandi

Grunnurin Qaamasoq hevur staðið fyri bygging av nýggjum leguhúsi í Nimerialik, sum liggur nærindis Eqaluit í Suðurgrønlandi.

Tilfarið til leguhúsið er partvís úr trimum barakkum frá gomlu Føroyingahavnini, ið eru niðurtiknar, fluttar og endurnýttar. Okkurt tilfar frá samkomuni Betesda í Klaksvík verður eisini endurnýtt til at byggja leguhúsið.
Húsini eru innrættað, so at umstøður eru til, at 30 fólk kunnu búgva samstundis.
Reisigildið var í aug. 2011, og arbeiðið var liðugt á sumri í 2012.

SMJ hevur projekterað kloakk, hvs og hevur roknað orkurammu fyri bygningin.

Byggiharri: Qaamasoq
Arbeiðstakari: Sjálvboðin arbeiðsmegi
Ráðgevarar: SNA, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: 2010 – 2012