Víðkan av oljuskipan til Vága floghavn


Arbeiðsøki:

Talan er um útbygging av verandi oljuskipan hjá EFFO á Vága floghavn, ið veitir brennievni til flogfør og tyrlur. Útbyggingin umfatar víðkan av høvuðsleiðing umframt tvey nýggj áfyllingarstøð til flogfør, so flogførini eisini kunnu bunkra brennievni á nýggju standplássunum.

Byggiharri: EFFO
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2013
Bygging: 2013