Nýggjur skúli í Klaksvík


Arbeiðsøki:

Hesin nýggi skúli skal endurnýggja hølisviðurskiftini hjá skúlanum á Ziskatrøð. Umframt tað skal nýggi skúlin vera við til at samanleggja skúlarnar á Ziskatrøð og við Ósánna, til ein felagsskúla. Hendan verkætlan er størsta verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna hevur sett í gongd.

SMJ hevur ábyrgdina av tekniskum innleggingum, har vit við lokalari arbeiðsmegi kunnu loysa uppgávuna.

Byggiharri: Klaksvíkar kommuna
Arkitektar: Fuglark
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar, Sámal Johannesen, Steingrund Akustik