Einki úrslit

Um okkum

SMJ er eitt føroyskt ráðgevarafelag, sum veitir tænastur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi og Grønlandi

Stovningarár

1969

Okkara arbeiðsøki

Bygging – Orka – Aling – Vatn

Samleikin

Fá fatur á búmerki, litum, myndum v.m.

Dygdargóð ráðgeving

Virkis­upplýsingar

Eitt dugnaligt toymi

Burðardygd er ein sjálvsagdur partur av okkara arbeiðið

Søgan hjá SMJ

Tað byrjaði við HVS og vatnveiting, og hevur ment seg til tað SMJ, vit kenna í dag.

Ráðgevandi verkfrøðingar

Ráðgevandi verkfrøðingar

Grundarlagið undir ráðgevandi verkfrøðingum er fakligi førningur teirra og óheftni frá øðrum áhugamálum. Hetta tryggjar, at verkfrøðingurin arbeiðir við kundans tørvi í huga. Ráðgevandi verkfrøðingurin leggur til rættis og sniðgevur verkætlanir, eitt nú bygningar og tøkniligar skipanir, við breiðum kunnleika og royndum. Í byggitíðini veitir hann tekniska ráðgeving og samskiftir við byggiharra og arbeiðstakarar.

Okkara arbeiðsháttur

Flest allar byggiverkætlanir verða skipaðar í stigum. Í føroyskum, donskum og grønlendskum verkætlanum fylgja vit aloftast leistinum í “Byggeri og planlægning 2012 og 2018”. Í Noregi og Íslandi eru aðrir leistir galdandi.

Ein verkætlan verður mannað eftir tørvi, og ein verkætlanarleiðari verður settur uttan mun til vavið á verkætlanini. Viðkomandi hevur ábyrgd av, at verkætlanini verður loyst fyri avtalaðan prís, rættstundis og – ikki minst – við røttu góðskuni.

Fakkunnleiki

Fakkunnleiki er ein fyritreyt fyri einum ráðgevandi verkfrøðingi. Við nærlagni og dygd arbeiða okkara fólk við ymiskum loysnum í verkætlanunum. Fakkunnleikin er við til at menna nýskapandi og burðardyggar verkætlanir. Framfýsni okkara er elvt av fakkunnleikanum hjá starvsfólkunum.

Góðska

Góðskustýring og váðastýring eru lyklaorð í verkætlanum. Hesar eru grundleggjandi fyri vælskipaðum verkætlanum, hesar er knýttar at hvørji aðrari og ávirka hvørja aðra, og vit skipa verkætlanir okkara við hesum útgangsstøði frá byrjan til enda.

Dáta og IKT

Talgildir arbeiðshættir, eitt nú við 3D verkætlanum, skrásetingum við dronum og handfaring av stórum dátasettum, krevja serligar førleikar. Vit ganga á odda við nýggjastu arbeiðstólum, og eru til reiðar at loysa eina og hvørja uppgávu.

Kundin í fokus

Kundar okkara eru miðdepilin í virkseminum. Tað er avgerðandi at skilja hvørja einstaka avbjóðing, so vit kunnu veita bestu tænastuna í ítøkiligu støðuni. Soleiðis tryggja vit, at verkætlanin eydnast.

Okkara deildir

Tórshavn

Hoyvíksvegur 5
100 Tórshavn

+298 35 35 00

Klaksvík

Klaksvíksvegur 77
700 Klaksvík

+298 35 35 00

Keypmannahavn

Digevej 114
2300 København S

+45 92 90 92 00