Sambýli til sálarsjúk


Arbeiðsøki:

Eitt sambýli til fólk við sálarsjúku verður bygt eystan Heyg í Havn. Sambært uppskotinum frá MAP arkitektum, er sambýlið ikki ein bygningur, men heldur at kalla ein býlingur. Í verkætlanini eru pláss til 16 íbúðir, sum eru 35 fermetrar til støddar hvør. Í felagshølunum er møguleiki fyri at matgera- og eta í felagsskapi við onnur og takast við ymiskt ítriv. Knýtt at felagshúsinum er eitt vaskarí til felags nýtslu hjá øllum íbúgvum.

Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: MAP Arkitektar, Verkfrøðingastovan, PB Consult og KJ Elráð