Samkomubygningur hjá Lívdini


Arbeiðsøki:

Bygningurin hjá Lívdini verður bygdur í byggistigum. Hetta byggistigið umfatar betonkonstruktiónir. Bygningurin liggur út til Vegin Langa í Hoyvík við sera góðum útsýni suður- og vestureftir. Tann stóri salurin kann rúma uml. 800 sitandi fólkum. Harafturat verður pláss fyri uml. 200 fólkum í ungdómssentrinum. Aftrat hesum verður kafé, umsitingarhøli, bókasavn, undirvísingarhøli og skifti- og venjingarhøli. Bygningurin er uml. 2700 fermetrar. Sí faldara um byggingina á heimasíðuni hjá Lívdini her.

Byggiharri: Samkoman Lívdin
Ráðgevarar: SNA, LBF, Steingrund Akustik, KJ Elráð og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2009