Skúladepilin við Marknagil


Arbeiðsøki:

Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handilsskúli og Føroya Studentaskúli hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður. Í fleiri ár hevur verið neyðugt at avvísa skikkaðar umsøkjarar orsakað av trongu umstøðunum. Tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. 26. mai 2008 varð samtykt at byggja skúladepil til hesar tríggjar skúlarnar. Depilin verður bygdur við Marknagil í Havn.

Arbeiðsánari: Mentamálaráðið. Byggiharri: Landsverk. Ráðgevarar: Team Fuglark (Fuglark, BIG, Martin E. Leo, Sámal Johannesen, Lemming & Eriksson og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar)