Skúlin á Giljanesi


Arbeiðsøki:

Eftir at staðfest var, at gamli skúlin á Giljanesi ikki skuldi renoverast, varð avgjørt at taka hann niður og byggja nýggjan skúla.

Nýggi skúlin verður bygdur í tveimum stigum. Fyrra byggistig umfatar skúlastovur og fyrisiting, meðan seinna byggistig m.a. umfatar serstovur.

Bygningurin við tilhoyrandi tøknirúmum og leiðingum er fyrireikaður til eina lágtemperaturskipan (lágorkuskipan). Á hendan hátt ber lættliga til at skifta ketlar út við alternativar orkukeldur, t.d. hitapumpur.
Ventilatiónin er stýrd eftir tørvi, so at skúlastovur og onnur høli verða ventilerað eftir júst tí tørvi, sum hvørt rúmið hevur. Hetta merkir, at samlaða luftskiftið, og harvið eisini rakstrarkostnaðurin, verður so lítið, sum til ber.

Byggiharri: Vága Kommuna
Byggiharraráðgevi: Ráð
Ráðgevarar: SNA, LBF, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar