El-verkfrøðingur


Vegna økt virksemi, søkir SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar eftir el-verkfrøðingi til projektering og eftirlitsarbeiði.

SMJ er eitt ráðgevaravirki við 26 starvsfólkum, og arbeiðir í Føroyum og í Grønlandi.

Okkara fimm fokusøkir  eru:

  • Installatiónir
  • Orkuráðgeving
  • Bruna- & trygdarráðgeving
  • Umhvørvisráðgeving
  • Byggi- & verkætlanarleiðsla

Vit vænta

  • Tú ert útbúgvin el-verkfrøðingur og hevur royndir við projekterings- og eftirlitsarbeiði.
  • At tú hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu.
  • Tú hevur góðar KT- førleikar. Tað er avgerandi, at tú ert opin og ágrýtin at læra nýggj forrit.
  • Tú ert kringur í tølum og rokniørkum.
  • Uppgávurnar verða loystar saman við øðrum fakøkjum í einum felags stevi á einum høgum fakligum støði.

leiklutur og møguleikar

Starvið og møguleikar laga seg hvørt til annað. Í okkara fakliga umhvørvið er kundin, uppgávurnar og samstarvið í fokus. Samansetingin av ymiskum serkunnleikum ger, at vit í felag loysa truplar tekniskar uppgávur.

Setanartreytir

Talan er um eitt fultíðarstarv. Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Umsókn

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til
Árna Jakobsen, tlf. 233521.

Skrivlig umsókn og CV skal verða okkum í hendi innan 9. februar 2018 og skal sendast til smj@smj.fo