Søgan


SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir. Í 2013 eru broytingar farnar fram í bygnaðinum av felagnum. Upp í SMJ er komið felagið RM bólkurin, sum hevur tikist við ráðgeving innan trygdarøkið, og KJ Elráð, sum er ráðgevandi verkfrøðingar í el. Felagið hevur skipað seg við fimm høvuðs arbeiðsøkjum.

  • Installatiónir
  • Orkuráðgeving
  • Bruna- & trygdar­ráðgeving
  • Umhvørvis­ráðgeving
  • Byggi- & verkætlanarleiðsla

Bygnaður.

  • Árni Jakobsen er stjóri
  • Heini Ellingsgaard er deildarleiðari fyri HVS partin
  • Petur Martin Glerfoss er deildarleiðari fyri elpartin.

Í felag hava vit nógvar verkætlanir at vísa til, sum eru loystar seinastu árini.