Føroysk ráðgeving


Hetta blaðið hevur Ráðgevarafelagið latið gera, sum er felagið hjá arkitektafyritøkum, verkfrøðingafyritøkum og byggifrøðifyritøkum í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni, at útinna felags áhugamál.

Endamálið er eisini at styðja upp undir samskifti og førleikamenning millum limafeløgini og virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu í málum, sum viðkoma ráðgevaravinnuni. Felagið varð stovnað í 2008 og heldur til í Vinnuhúsinum.

Føroysk ráðgevaravinna er nógv meint seinastu áratíggjuni, og avrikini hjá føroyskum ráðgevarum eru mong og fjølbroytt, eins og sæst í blaðnum. Áhaldandi minnir Ráðgevarafelagið á, at føroyskar ráðgevarar skulu hava líka góðar møguleikar at bjóða upp á verkætlanir sum útlendskar fyritøkur.