Vardir bústaðir í Klaksvík


Arbeiðsøki:

Stórur tørvur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleikum. Hetta hevur tann politiski myndugleikin eisini ásannað. Tí hevur landstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, tikið avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og at umbyggja tey til sambýlir, men heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum.

Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Arkitektar 99, HMP Consult, PB Consult og KJ Elráð