Einki úrslit

Sandoyartunnilin tikin í nýtslu

Hetta er ein serligur dagur fyri allar sandoyingar og allar Føroyar, nú Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Vit hava havt fólk ferðandi dagliga við Teistanum um Skopunarfjørð í fleiri ár. Í dag eru fýra sandoyingar í starvi.

Smj hevur havt byggileiðslu og fakeftirlit við elarbeiðinum. Tað eru teir tríggir Kristmar, Jóhan Magnus og Kristian sum hava arbeitt í tunlinum.

Fyri tíð síðan skuldi støða takast til, hvussu tunnilin skuldi listprýðast, Edward Fuglø hevur staðið fyri hesum arbeiðið. Av tí, at ein tunnil er myrkur og listin má hava eina góða ljóstekniska loysn, so ráðførdi Edward seg við Kristmar, um hvat ber til. Vit eru errin av, at okkara maður og SMJ hava havt ein leiklut í listaverkinum, sum Edward Fuglø so hugtakandi hevur gjørt.