Einki úrslit

Smoltstøðin á Norðtoftum avhendað

Útbyggingin av smoltstøðin á Norðftum er handað Bakkafrost. SMJ hevur ráðgivið og projekterað øll teknisk viðuskiftir. Samtakið, NAC (Nordic Aqua Partners), hevur staðið fyri útførandi partinum av verkætlanini. Smoltstøðin hevur nú eina fiskakarrúmd á 18.000 m3.

Tíðarætlan og kostnaður hildu ætlanina. Smoltstøðin hevur longu framleitt tveir “árgangir” av stórum smoltum.

Rúni Olsen frá Bakkafrost, sigur at verkætlanini hevur gingið væl og Bakkafrost høvdu ikki verið bangnir fyri at farið undir eina byggiverkætlan eftir sama leisti aftur.