Arbeiðsøki
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn. Vit hava í nógv ár staðið á odda fyri og verið partur av stórum verkætlanum í Føroyum og í grannalondum okkara.
Sum samstarvsfelagi ynskja vit at veita eitt dygdargott tilknýti til einhvørja verkætlan, eitt nú við at sýna eitt orkuríkt tilknýti til tey ymisku menningarstigini í verkætlanini:
1. Tilgongdin undan, at klárt er at fara í holt við verkætlanina
2. Leypandi meting av verkætlanini
3. Góðskutrygging av, at verkætlanin hevur rokkið sínum endamáli, tá hon er lokin.
Við eini tvørfakligari tilgongd, megna vit at skapa góðar karmar fyri eini dygdargóðari verkætlan, har vit leggja stóran dent á at menna burðardyggar loysnir, ið taka hædd fyri degnum í morgin. Vit ganga høgt uppí, at góðskan av tænastuni, sum kundin fær, er á einum høgum støði. Vit vilja skilja kundan og hansara tørv, og ikki gera uppgávuna til nakað øðrvísi, enn hon er – frá tí størstu uppgávuni til tí minstu.
SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein fyritøka við vælútbúnum starvsfólki innan alt frá verkfrøði og lívfrøði til maskinmeistarar og el-installatørar. Okkara fjølbroytta toymi av starvsfólkum kann veita serkønar tænastur innan øll okkara arbeiðsøkir. Vit leggja dent á at arbeiða tætt saman við okkara samstarvsfeløgum, og er hetta við til at veita teir bestu førleikarnar til einahvørja verkætlan.