Í verkætlanarhøpi verður dentur lagdur á at veita hágóðsku ráðgeving við atliti at tøkni, lívfrøði og umhvørvi fyri at fáa dygdargóðar heildarloysnir til vega. Í alingini eru trý høvuðsviðurskiftir, sum skulu ganga upp; tað eru tekniskar skipanir, lívfrøði og kostnaður. Tí er avgerandi at hava heildarloysnina í huga, tá ein alistøð verður gjørd ella endurnýggjað.
Á eini smoltstøð eru sokallað biofiltur, sum reinsa ammonium úr vatninum, hetta verður gjørt við bakterium. Í tí sambandi hava vit arbeitt fyri Novozymes við at greina, hvussu bakteriuvøksturin fer fram á eini smoltstøð við laksasmolti, og í hvønn mun ymisku evnini í skipanini hava ávirkan á bakteriurnar.
Hjá SMJ vilja vit ganga á odda. Í okkara fakliga umhvørvi eru kundin, uppgávan og samstarvið í fokus. Vit bjóða okkum fram til at hava initiativið og at lætta um avgerðartilgongdina hjá kundum okkara.
- Tekniskar skipanir á smoltstøðum
- Neyðstreymsverk og battarískipan
- El og rør projektering á smoltstøðum
- Stýring og regulering (SRO/SCADA)
- Vatnreinsiskipan
- CFD analysur av fiskakørum
- Biofiltur
- Vatngóðska
- Mikrobiologiskar analysur av bakteriubólkum
- Fiskaheilsa
- Strongd hjá fiski
- Frárensls og slamhandfaring