Einki úrslit

Vatn

Vit veita ráðgeving um gagnnýtslu av vatni og vatnskipanum, bæði drekkivatn og spillvatn. Vit hava holla vitan um reinsiskipanir, vatnveitingar og spillvatnsútleiðingar. Vit gera eisini vatnkanningar úti í náttúruni.

Vatn er ein avgerandi partur av gerandisdegnum. Reint vatn er ein fyritreyt fyri lívi, men er tó ikki ein sjálvfylgja. Handfaring av vatni fevnir um eina røð av arbeiðsøkjum, men drekkivatn, spillvatn, framleiðsluvatn og aðrar vatnveitingar munnu vera tey týdningarmiklastu økini í Føroyum.

Á SMJ hava vit holla vitan um vatn, tað veri seg vatnreinsiskipanir, vatnveitingar ella spillvatnsútleiðingar. Vit veita kommunum og framleiðslufyritøkum ráðgeving í reinsing av drekkivatni, eins og vit ráðgeva kommunum og fyritøkum í reinsing og útleiðing av spillvatni. Í Føroyum eru krøvini til spillvatnsútleiðing avmarkað og aloftast verður loysn vald, har ið spillvatnið verður leitt út á streymasjógv, har rákið førir spillvatnið út frá landi. Vit veita holla ráðgeving í reinsing av spillvatni við bæði mekaniskum og lívfrøðiligum skipanum.

Náttúrugrundaðar loysnir (NBS, Nature Based Solutions) eru ein týðandi partur av okkara dagliga virksemi og verkætlanum. Tær innihalda nýtslu av náttúrligum vistskipanum til at handfara samfelagsligar avbjóðingar, so sum veðurlagsbroytingar, umsiting av brúks- og spillvatni, og at verja lívmargfeldi. Hetta verður framført við at verja, endurskapa ella nýta náttúru og lendi á ein skynsaman hátt. Tá ið nýtt lendi verður brúkt í verkætlanum, verður roynt at órógva verandi vistskipan so lítið sum gjørligt og at nýta hana til dømis til at upptaka meira vatn og CO2.

Vit leggja okkum eftir at skipa heildina í uppgávuni, og soleiðis tryggja vit eina dygdargóða og burðardygga vatnskipan av høgari góðsku, har hædd verður tikið fyri lívfrøðiliga margfeldinum og veitingartrygdini.

Drekkivatn

Vit prosjektera reinsiverk, rørskipanir, goymslur og pumpistøðir. Vit gera mátingar og kanningar.

Spillvatn

SMJ hevur serkøna vitan innan greining, fyrireiking og prosjektering av spillvatnsskipanum.

Vatn til ídnað

Prosjektering av skipanum, sum eru við til at tryggja ídnaðinum nøktandi vatngóðsku og vatnmongdir.

Endurnýtsla

Vit sniðgeva tekniskar loysnir til skipanir, so dálkaða vatnið kann endurnýtast.

Orkuútvinning

Vit vegleiða og ráðgeva um orkumøguleikar í dálkaða vatninum, sum verður leitt burtur.

Svimjihyljatøkni

Vit hava holla vitan í mun til rakstur, viðlíkahald, sóttreinsing, orkunýtslu og inniumhvørvi.

Náttúruloysnir

Sameining av náttúruloysnum í verkætlanunum, so vit tryggja burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi.

Náttúrugreiningar

Vit gera váðametingar og ráðgeva um umhvørvisárin.

Set teg í samband við okkum

Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.

Leiðsla
Leiðsla
Orka
Vatn
Leiðsla
Nevnd
Sandoyartunnilin
Lívdin
Helgeland Smolt Kilvik
Nuuk/Nuussuaq fjarhitasambinding
Skúlin á Fløtum
Glasir
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
Fjarhitin um Sandá
Geo Salmo Laugar
Prins Henriks Skole
Arctic Fish smoltstøð
Novozymes
Dronning Ingrids Hospital
Staður
Silfurstjarnan
Sjógvhitaskipan í Klaksvík
Smoltstøð í Nauteyri          
Orkugreining í Kangaamiut
Orkugreining í Qasigiannguit
Orkugreining í Aasiaat
Eysturoyartunnilin
Lívfiskastøð í Skálavík                          
Sundsverkið – Støð 3
Hotel Brandan
FÖRKA
Leguhús í Grønlandi
Biofiltur uppstartur            
Vindmyllur i Nanortalik
Smoltstøð á Viðareiði
Smoltstøð á Strond
Tangahús á Sundi
Koblingarstøð á Strond
Smoltstøð á Hellunum
Vatnleiðing yvir um Skálafjørðin
Skúlin við Streymin
Víðkan av Vágsverkinum
Kirkjuhús í Hvannasundi
Skúlin á Skúlatrøð
Framleiðsluvirki á Glyvrum
HSO uppgáva í Húsahaga
Koblingsstøð á Húsareyni
BankNordik
Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju
Býráðshús í Eysturkommunu
Fjarhiti í Gundadali
Zarepta
Table Top venjing
Seqi olivin nám
Dagføring og víðkan av Kringvarpi Føroya
Fjarhitamiðstøð í Klingruni
Vága floghavn
Miðnámsskúlin á Kambsdali
Tekniski skúli í Klaksvík
FSF húsið

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.

SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.