Bruni & Trygd

Vit hava í nógv ár arbeitt við bruna- og trygdarráðgeving. Við fakliga sterkum serfrøðingum og røttu kørmunum, eru vit við til at geva kundunum ráðgeving, sum brýtur við vanahugsan og finnur røttu loysnina til ávísu uppgávuna.

Hjá SMJ vilja vit ganga á odda. Í okkara fakliga umhvørvi eru kundin, uppgávan og samstarvið í fokus. Vit bjóða okkum fram til at hava initiativið og at lætta um avgerðartilgongdina hjá kundum okkara.

  • Tilbúgvingarætlanir innan bæði bruna og trygd
  • Stórvenjingar, m.a. offshore fyri oljufeløg
  • Brunastrategi
  • Handfaring og projektering av øllum brunaviðurskiftum í bygningum og ídnaðarvirkjum.
  • Brunatekniskar installatiónir
  • Váðagreiningar