Bygging

Vit loysa allar rørskipanir, tað veri seg fjarhitaskipan, hitaverk, vatn, kloakk, ventilatión, oljuskipanir, slamhandfaring, trýstluft,

Hjá SMJ kunnu vit bjóða allar tekniskar tænastur innan fyri bygging, bæði til tað almenna og privata. Vit hava í nógv ár staðið á odda fyri og verið partur av stórum byggiverkætlanum í Føroyum og í grannalondum okkara.

Byggivinnan er fjøllbroytt, og vit hava royndir frá nógvum sera ymiskum byggiverkætlanum, alt frá sjúkrahúsum og laboratioum til skrivstovu- og íbúðarbygningum. Vit leggja stóran dent á, at góðskan av tænastuni, sum vit veita kundum okkara, er á einum høgum støði. Vit vilja skilja kundan og ikki gera uppgávuna til nakað annað enn hon er – frá tí minstu til tí stórstu.

SMJ veitir ráðgeving í nógvum ymiskum økjum í byggiverkætlanum, sí veitingar í punktunum. Seinastu árini hevur burðardygd vundið alsamt meira og meira uppá seg í okkara grannalondum, og ábendingar eru um, at hetta rákið eisini er á veg til Føroyar.  Vit arbeiða støðugt við at økja okkara vitan á økjunum, og veita okkara kundum ráðgeving og vegleiðing innan økið. Á hendan hátt royna vit gera okkara fyri at burðardygd kann gerast ein nátúrligur partur av framtíðar byggiverkætlanum í Føroyum.

Dentur verður lagdur á sterkt tvørfagligt samstarv, hetta er við til at optimera verkætlanina og veitingina til kundan.

  • HVS, ventilatión, kloakk og CTS
  • Hitaverk, sosum hitapumpur, fjarhiti ella ketlar
  • Inniumhvørvi og orkugreiningar av bygningum
  • EL skipanir, neyðstreym og ljósdesign
  • Brunaráðgeving, brunatekniskar installatiónir og trygdarráðgeving
  • Verkætlanarleiðsla, byggileiðsla og projekteringsleiðsa
  • BIM, VDC og IKT leiðsla
  • 3D laserskanning og modellering av verandi umstøðum
  • Umhvørvisárinsmetingar
  • Umhvørvisgóðkenningar
  • Burðardygd fyrireiking til verkætlanir
  • Tilfarsval í mun til burðardygd
  • Teknisk Due Diligence

Sundsverkið

SEV útbyggir Sundsverkið, støð 3 verður bygd afturat teimum báðum støð 1 og 2, nýggja støðini hevur við fýra motrar. Spillorkan verður gagnnýtt á verkinum og á fjarhitanetinum. SMJ hevur...

Les meira

Fjarhiti

Fjarhitafelagaði útbyggir fjarhitanetið áhaldandi. Stórur partur av Hoyvík er knýttur at fjarhitanetinum, síðstu árini eru høvuðsleiðingar lagdar oman í býin og verður áhaldandi arbeitt við at fáa stóru hitabrúkararnar knýttar...

Les meira

HSO uppgáva í Húsahaga

SEV byggir vindmyllulund í Húsahaga har 13 myllur verða settar upp. Í tí sambandi hevur verið tørvur á einum sokallaðum, Health and Safety Officer (HSO) til at fylgja við trygdini...

Les meira