Hjá SMJ hava vit drúgvar royndir innan el & stýringar, og hava vit m.a. gjørt slíkar installatiónir til orkustøðir, framleiðsluvirkir, smoltstøðir, sjúkrahús, heilivágsframleiðslu, starvsstovur, skúlabygningar og røktarheim.
Við at samantvinna el & stýring við aðrar installatiónir kunnu vit, saman við øðrum fakøkjum, finna fram til bestu loysnirnar til einstøku støðuna og gera orkusparandi átøk. Dentur verður lagdur á at skilja uppgávuna á ein slíkan hátt, at kundin fær bestu ráðgevingina til júst sína uppgávu.
- Ljósskipanir, útrokningar fyri ljós til ávísa tørvin.
- Bygningsinstallatiónir, so sum ljós, kraft og el-veiting
- Brunatekniskar installatiónir
- Maskininstallatiónir
- Stýring og regulering (SRO/SCADA)
- EMC og snarljósverjuskipan
- Dimensionering av el-skipanum
- Handfaring av myndugleikakrøvum
- Virkislýsing fyri skipanir (funktionsbeskrivelse)
- Neyðstreymsskipanir
- UPS
- BMS/CTS