Einki úrslit

Orka

SMJ veitir loysnir til orkuskipanir fyri bæði fyritøkur og stovnar, eins og vit arbeiða við heildarætlanum fyri, hvussu leggjast kann um til meira burðardygga orku.

Tey flestu hava sum mál at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum munandi, kortini gerst orkutørvurin alsamt størri og harvið eisini avbjóðingin at røkka málinum. Nýggj og bíligari tøkni til framleiðslu og goymslu gera, at umlegging til grøna orku kann eydnast. SMJ ráðgevir og vegleiðir, bæði í planlegging, framleiðslu, veiting og goymslu av orku. Við hesi orkuráðgeving er SMJ við til at beina leiðina ímóti burðardyggari samfeløgum.

SMJ arbeiðir miðvíst við at økja vitanina innan burðardygd, soleiðis at hetta í enn størri mun gerst ein nátúrligur partur av ráðgevingini. Vit ráðgeva og vegleiða fyritøkur og stovnar, ið ynskja at skerja útlátið frá teirra dagliga rakstri. Hetta verður gjørt við kortlegging av virkseminum, sum hereftir verður grundarlag fyri eini ítøkiligari virkisætlan fyri, hvussu útlátið verður skert á ein munagóðan hátt. Í byggivinnuni gerst eftirspurningurin eftir burðardygd og CO2 útrokningum alsamt størri. Vit á SMJ arbeiða við at økja vitan okkara innan økið og viðvirka soleiðis til, at føroyska byggivinnan kann flyta seg eftir eini kós at gerast meira burðardygg.

Vit hava drúgvar royndir við ráðlegging og sniðgeving av orkuskipanum, ið taka støði í burðardyggum loysnum. Loysnirnar eru grundaðar á tær menningarætlanir, ið SMJ hevur framleitt – bæði her heima og í útlandinum.

Vit hava stuðlað uppundir, at kundar okkara, t.e. kommunur, fyritøkur og stovnar, hava megnað at gjørt álvara av ynski sínum at leggja teirra orkuskipanir um til varandi orku.

Varandi orka

Frá orkukeldu til orkunýtslu. Skilagóð orkunýtsla. Røtt orkukelda til støðuna. Minka um nýtslu við at bjálva og stýra.

Hitapumpur

Umhvørvisvinarlig loysn, sum bæði er bíligari og effektivari í rakstri, hevur langa livitíð og krevur lítið viðlíkahald. SMJ ráðgevur um dimensionering og verkseting av hitapumpum.

Sjógvhiti

Gagnýtsla av hitanum í sjónum. Kring Føroyar er hitin í sjónum lutfalsliga heitur um veturin, og ger hetta, at gagnnýtslan kann vera á høgum støði.

Transmission og distributión

Flutningur av el frá orkuverkum til undirstøðir og haðani víðari til brúkaran.

Elverk

Projektering av skipanum til framleiðslu av el, sum tekur atlit at nýtslutørvinum hjá brúkaranum.

Fjarhiti

Klimavinarlig felagsveiting – Fjarhiti er ein hin mest munagóða hitaloysnin, har brúkarin fær grønan og bíligan hita, og viðlíkahaldið er minimalt.

Spillhiti

Gagnnýtsla av hita, sum annars ikki hevði komið til høldar.

Endurnýta burturkasti

Burturkast er tilfeingi, sum vit eiga at gagnnýta betur, enn vit gera í dag. Vit ráðgeva við atliti at bestu møguligu gagnnýtsluni av tilfeinginum, herundir møguligari orkuútvinning.

Set teg í samband við okkum

Kundi tú hugsað tær eitt prát við okkum um eina møguliga verkætlan, ring til ein okkara og vit kunnu hittast til óbindandi prát.

Leiðsla
Leiðsla
Orka
Vatn
Leiðsla
Nevnd
Sandoyartunnilin
Lívdin
Helgeland Smolt Kilvik
Nuuk/Nuussuaq fjarhitasambinding
Skúlin á Fløtum
Glasir
H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum
Fjarhitin um Sandá
Geo Salmo Laugar
Prins Henriks Skole
Arctic Fish smoltstøð
Novozymes
Dronning Ingrids Hospital
Staður
Silfurstjarnan
Sjógvhitaskipan í Klaksvík
Smoltstøð í Nauteyri          
Orkugreining í Kangaamiut
Orkugreining í Qasigiannguit
Orkugreining í Aasiaat
Eysturoyartunnilin
Lívfiskastøð í Skálavík                          
Sundsverkið – Støð 3
Hotel Brandan
FÖRKA
Leguhús í Grønlandi
Biofiltur uppstartur            
Vindmyllur i Nanortalik
Smoltstøð á Viðareiði
Smoltstøð á Strond
Tangahús á Sundi
Koblingarstøð á Strond
Smoltstøð á Hellunum
Vatnleiðing yvir um Skálafjørðin
Skúlin við Streymin
Víðkan av Vágsverkinum
Kirkjuhús í Hvannasundi
Skúlin á Skúlatrøð
Framleiðsluvirki á Glyvrum
HSO uppgáva í Húsahaga
Koblingsstøð á Húsareyni
BankNordik
Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju
Býráðshús í Eysturkommunu
Fjarhiti í Gundadali
Zarepta
Table Top venjing
Seqi olivin nám
Dagføring og víðkan av Kringvarpi Føroya
Fjarhitamiðstøð í Klingruni
Vága floghavn
Miðnámsskúlin á Kambsdali
Tekniski skúli í Klaksvík
FSF húsið

Ráðgevandi verkfrøðingar síðani 1969

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, sum virkið eitur eftir.

SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein av teimum størstu ráðgevarafyritøkunum í Føroyum, og vit kunnu bjóða ráðgeving innan okkara fýra høvuðsgeirar: Bygging, Orka, Aling og Vatn.