Orka

Orka hevur altíð verður partur av tænastunum hjá SMJ. Seinastu árini hevur tørvurin á varðandi orkukeldum verið alsamt vaksandi, og SMJ hevur verið partur av fleiri verkætlanum við umlegging til grønar orkukeldur. Hetta merkir, at vit hava uppbygt eina stóra vitan um orku, og eru tann náttúrligi samstarvsfelagin tá ið viðvíkur orkuskipanum.

Hóast Føroyar hevur sett sær sum mál, at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum munandi, gerst orkutørvurin alsamt størri, og harvið eisini avbjóðingin at røkka málinum. Nýggj og bíligari tøkni til framleiðslu og møguliga eisini goymslu, ger tó at umlegging til grøna orku kann eydnast. SMJ ráðgevir og vegleiðir, bæði í framleiðslu, veiting, planlegging og goymslu av orku. Við hesi orkuráðgeving, er SMJ við til at beina leiðina ímóti einum meira burðardyggum samfelag.

SMJ veitir loysnir til orkuskipanir fyri bæði einstakar fyritøkur og stovnar, eins og vit arbeiða við heildarætlanum fyri hvussu ymisk økir kunnu leggjast um til grøna orku. Vit veita loysnir innan m.a. fjar- og nærhitaskipanir, orku endurvinning, sjógvhitaskipanir og aðrar hitapumpuskipanir.

SMJ arbeiðir miðvíst við at økja okkara vitan innan burðardygd, soleiðis at hetta kann gerast ein nátúrligur partur av okkara ráðgeving í ymiskum verkætlanum. SMJ veitir ráðgeving og vegleiðing til fyritøkur og stovnar, ið ynskja at skerja útlátið frá teirra dagliga rakstri. Hetta verður gjørt við eini kortlegging av virkseminum, sum hereftir verður nýtt sum grundarliga fyri eini ítøkiligari virkisætlan fyri hvussu útláti verður skert á ein munangóðan hátt. Eisini í byggivinnuni gerst eftirspurningurin eftir burðardygd og CO2 útrokningum alsamt størri. Vit arbeiða við at økja okkara vitan innan økið, og viðvirka soleiðis til at føroyska byggivinnan kann flyta seg í rætning av at gerast meira burðardygg.

  • El-veitingar og útbyggingar av netinum
  • Fjarhitaskipanir
  • Orkusimulering í Termis
  • Orkustrategi og -planlegging
  • Framleiðsla av orku
  • Køliskipanir
  • Yvirskotsorka og gagnnýsla
  • Orkugoymsla
  • Hitapumpur, jarð-, luft- og sjógvhitaskipanir
  • Verkætlanarleiðsla, byggileiðsla og projekteringsleiðsa
  • Brunaráðgeving
  • Grøn orkuumlegging
  • Elektrificering
  • Vindorka
  • Sól- og bioorka
  • Umhvørvisárinismetingar

Tangahús á Sundi

SEV byggir tangagarð og  tangahús á Sundi. Við tí endamálið, at skipa allar oljuhandfaring á einum tryggum stað. Byggiharri: SEV Ráðgevarar: LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, Árni Winther Arkitektar og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar

SEV byggir tangagarð og  tangahús á Sundi. Við tí endamálið, at skipa allar oljuhandfaring á einum tryggum stað.

Byggiharri: SEV Ráðgevarar: LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, Árni Winther Arkitektar og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar

Les meira

Smoltstøð á Strond

Bakkafrost byggir nýggja smoltstøðina á Strond. Hendan smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smolti, áðrenn tað verður sett á sjógv. Nýggja smolstøðin hevur knapt 60 kør sum...

Bakkafrost byggir nýggja smoltstøðina á Strond. Hendan smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smolti, áðrenn tað verður sett á sjógv. Nýggja smolstøðin hevur knapt 60 kør sum rúma upp ímóti 30.000 m3 av vatni. SMJ hevur havt ábyrgdina av brunaráðgeving, øllum installatiónsarbeiði, harundir projekteringsleiðsluna av installatiónum, samskipan og ráðgeving í samband við byggiharraveitingar, projektering av El og rørskipanum, harundir sjógvkøliskipan, fiskaflutningur og ljóssimuleringar.

Byggiharri: Bakkafrost Arbeiðstakari: Articon Ráðgevarar: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, Spenn og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar

Les meira

Landssjúkrahúsið

Umbyggingar á Landssjúkrahúsinum byrjaðu í november 2006. Verkætlanin at nútímansgera forhøllina á Landssjúkrahúsinum varð liðug í februar 2006. Nýggjasta verkætlanin í sambandi við Landssjúkrahúsið er sterilsentralur, skopideild og kirurgisk ambulatorium....

Umbyggingar á Landssjúkrahúsinum byrjaðu í november 2006. Verkætlanin at nútímansgera forhøllina á Landssjúkrahúsinum varð liðug í februar 2006. Nýggjasta verkætlanin í sambandi við Landssjúkrahúsið er sterilsentralur, skopideild og kirurgisk ambulatorium. Hetta arbeiðið umfatar umbygging av B2 og eina nýggja hædd á B3.

Les meira