Orka & Umhvørvi

Vit loysa allar rørskipanir, tað veri seg fjarhitaskipan, hitaverk, vatn, kloakk, ventilatión, oljuskipanir, slamhandfaring, trýstluft, reinsiskipanir av ymiskum slag o.s.fr. Seinnu árini hava umhvørviskanningar, spillvatnsætlanir og VVM/EIA-kanningar verið ein partur av ráðgevingini. Umframt hetta, ynskja vit at ganga á odda í at tæna kundunum og samfelagnum við orku og umhvørvisloysnum. Nógvar win-win støður eru at finna, har bæði orkusparing og atlit at umhvørvi verða betrað.

  • HVS, ventilatión & Inniumhvørvi
  • Orkuskipanir, sosum fjarhiti og køling
  • Maskintekniskar skipanir
  • Umhvørvisárinsmetingar
  • VVS/EIA