Vatn

Vatn er ein avgerandi partur av gerandisdegnum, hjá bæði fyritøkum og fólki. Reint vatn er ein fyritreyt fyri lív, men er tó ikki ein sjálvfylgja. Vatn fevnir yvir nógv ymisk arbeiðsøkir, harav drekkivatn, spillvatn, framleiðsluvatn og aðrar vatnleitingar eru týdningarmiklastu økini í Føroyum.

Hjá SMJ hava vit holla vitan innan vatn, bæði vatnreinsiskipanir, vatnveitingar og spillvatnsútleiðingar. Vit veita kommunum og framleiðslufyritøkum ráðgeving í reinsing av drekkivatni eins og vit ráðgeva kommunum og fyritøkum í reinsing og útleiðing av spillvatni. Í Føroyum eru krøvini til spillvatnsútleiðing rættiliga avmarkað, og ofta er reinsing ikki fyri neyðini , um bert spillvatni verður leitt út á steyma sjógv har rákið førir spillvatni úr landi. Hóast hetta, hava vit breiða vitan, og veita holla ráðgeving í reinsing av spillvatni, við bæði mekaniskum og lívfrøðiligum skipanum.

Vit leggja okkum altíð eftir, at skipa heildina í uppgávuni, og soleiðis tryggja vit eina dygdargóða og burðardygga vatnskipan av høgari góðsku, har hædd verður tikin fyri lívfrøðiliga margfeldinum og veitingartrygdini.

  • Vatn- og spillvatnsreinsiverk
  • Spillvatnsætlanir
  • Svimjihyljar
  • Vatnveiting
  • Vatngóðska og kanningar
  • Verkætlanarleiðsla, byggileiðsla og projekteringsleiðsa
  • Brunaráðgeving

Vatnverkið í Villingardali

Projektering av vatnverkinum í Villingadali, sum veitir vatn til Tórshavn, var ein sera stór avbjóðing fyri SMJ í 1985-1988. SMJ hevði ábyrdina av verkætlanarleiðslu og projektering av øllum rør installatiónum,...

Projektering av vatnverkinum í Villingadali, sum veitir vatn til Tórshavn, var ein sera stór avbjóðing fyri SMJ í 1985-1988. SMJ hevði ábyrdina av verkætlanarleiðslu og projektering av øllum rør installatiónum, hinir projekterandi vóru Verkfrøðingastovan og Viggo A. Hansen. Teir sum bygdu vóru Phil & Søn, HOH vandteknik, Leif Mohr og Demich. Eitt videobrot frá byggingini av vatnverkinum í 1987.

Les meira

Vatnleiðing tvørtur um Skálafjørðin

Fyri at økja um vatnmongdina á eystara armi á Skálafjørðinum, bleiv ein vatnleiðing løgd tvørtur um fjørðin. Umframt tað, er nýtt reisiverk eisini knýtt at verkætlanini. Byggiharri: Runavíkar Kommuna Ráðgevi:...

Fyri at økja um vatnmongdina á eystara armi á Skálafjørðinum, bleiv ein vatnleiðing løgd tvørtur um fjørðin. Umframt tað, er nýtt reisiverk eisini knýtt at verkætlanini.

Byggiharri: Runavíkar Kommuna Ráðgevi: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar Arbeiðstakari: RTS

Les meira

Kloakktunnil í Kúrdali

Arbeiðið at gera nýggja útleiðing av høvuðskloakk í Kúrdali byrjaði í 2005. Arbeiðið umfataði at skifta út kloakkleiðing úr Brekkutúni og oman í Kúrdal og at bora kloakktunnil. Dentur varð...

Arbeiðið at gera nýggja útleiðing av høvuðskloakk í Kúrdali byrjaði í 2005. Arbeiðið umfataði at skifta út kloakkleiðing úr Brekkutúni og oman í Kúrdal og at bora kloakktunnil. Dentur varð lagdur á at loysa uppgávuna so umhvørvisvinaliga, sum til bar. Hetta hevði m.a. við sær, at útleiðingin varð borað út gjøgnum Kúrdalsbenið og út í 8 metra dýpi. Ein loysn, ið ikki er sjónlig í umhvørvinum. Arbeiðið varð liðugt í august 2006

Les meira