BankNordik


BankNordik byggir nýtt høvuðssæti á Húsagarði í Tórshavn. Nýggi bygningurin er uml. 3.200 fermetrar og kemur at hýsa øllum virkseminum hjá bankanum, sum hevur verið í bygningunum í Niels Finsensgøtu og í Húsagøtu.

Spakin bleiv settur í tann 11.12.13 kl. 14.15 av Janus Petersen.

Arbeitt verður eftir partnering leistinum, sum inniber at ráðgevarar og arbeiðstakarar arbeiða í tøttum samstarvi.

Ráðgevarar: MAP Arkitektar, LBF, Ráð, PB Consult, KJ Elráð