Depil til fjølbrekað børn og ung í Runavík


Ein depil verður bygdur í Eysturoynni til børn og ung við fjølbreki. Depilin skal fevna um dag- og umlættingartilboð. Ætlanin er at samskipa allar tænasturnar á einum staði, soleiðis at tilboðini, sum í dag eru pettað sundur, frameftir verða eitt samanhangandi heildartilboð til børn og ung við fjølbreki.

Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Arkitektar 99, HMP Consult, PB Consult og KJ Elráð