Betri banki í Klaksvík


Síðani Norðoyartunnilin læt upp í 2006, hevur Betri Banki havt avgreiðslu í leigaðum hølum í Klaksvík.
Við nýggja bygninginum, ið stendur mitt í býnum, eru hølisumstøðurnar munandi betraðar.

Bygningurin, ið er í tveimum hæddum, hevur stórt og rúmligt avgreiðsluhøli, fundarhøli, tvey samtaluhøli, arbeiðs- og fyrilestrarhøli, matarhøli umframt tey neyðugu teknisku hølini.

Bygningurin er mekaniskt ventileraður í øllum hølum.
Haraftrat verða høgtsitandi vindeyguni í avgreiðsluni sjálvvirkandi latin upp, um tørvur gerst á betri ventilatión. Møguleiki er eisini hjá starvsfólkunum at stýra hesum vindeygum manuelt.

Byggiharri: Betri Banki
Ráðgevarar: Árni Winther Arkitektar, KJ Elráð og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: 2007-2008