Einki úrslit

Eysturoyartunnilin

Á SMJ eru vit errin av at hava verið við í verkætlanini at byggja hendan undirsjóvartunnilin, sum knýtir oyggjarnar Streymoy og Eysturoy saman. Lægsta punktið í tunlinum er 87 metrar undir sjóvarmálanum. Tunnilin lat upp fyri ferðslu tann 19. desember 2020.

SMJ hevði eftirlit við Elektro & SRO og tekniska byggileiðslu í tunlinum.

Samstarvandi við eitt sterkt lið av lokalum og útlendskum ráðgevum og arbeiðstakarum varð hetta ein væleydnað verkætlan, bæði viðvíkjandi tíðarætlan og kostnaði. Verkætlanin byrjaði í 2015, og byggingin byrjaði í 2016.

Ár
2015-2020
Longd
11.240 m
Byggiharri
P/F Eystur- og Sandoyartunlar

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Vilt tú vita meir um verkætlanina, og hevur tú hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum var við í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

El
Kristmar E. Johannesen

El ráðgevi

El
Leiðsla
Jóhan Magnus Gunrim

Verkætlanarleiðari