FÖRKA


Bakkafrost hevur gjørt íløgu í burðardygd og ringbúskap, og hevur bygt fyrsta biogassverkið í Føroyum.

Í Føroyum kemur umleið helmingurin av elorkuni frá steinrunnum brennievni, og ynskiligt er, eins og í flest øllum londum í heiminum, at fáa eitt grønt skifti innan ruskhandfaring, orku og matframleiðslu. Nýggja biogassverkið gevur íkast til eitt grønt skifti innan landbúnaðin, framleiðslu av laksi og framleiðslu av el og hita. Hetta verður gjørt við vinna orku úr lívrunnað burturkastinum, samstundis sum føðsluevnini verða latin aftur í landbúnaðarjørðina. Bakkafrost vann Business Initiative-heiðurin í 2019 fyri verkætlanina.

NIRAS og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar vóru ráðgevarar í verkætlanini, og veittu ráðgeving innan útboðstilfar, samráðingar og umsóknir til umhvørvisgóðkenningar.

Byggiharri: Bakkafrost
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar og NIRAS