Einki úrslit

Lívdin

Tann stóri salurin kann rúma góð 800 sitandi fólkum. Harafturat verður pláss fyri uml. 200 fólkum í ungdómssentrinum. Aftrat hesum verður kafé, umsitingarhøli, bókasavn, undirvísingarhøli og skifti- og venjingarhøli.

Tað er nógv gjørt burturúr at fáa fagurfrøðina og virkisføri (æstetik og funktionalitet) at ganga upp í eina hægri eind. Fyri SMJ merkir tað, at allar tekniskar installatiónir verða førdar, har tað hóskar seg. Ein salur við næstan túsund fólkum, krevur eina góða væl dimensioneraða ventilatiónsskipan, sum helst ikki skal síggjast for væl. Uppi yvir loftinum í stóra salinum ganga stórar ventilatiónskanalir, sum eru við til at tryggja eitt gott inniklima í bygninginum.

Árstal
2023
Stødd
2.700 m2
Byggiharri
Samkoman Lívdin

Kundi tú hugsa tær at vita meir?

Um tú ynskir at vita meir um verkætlanina ella hevur hug at práta við eitt av okkara starvsfólkum, sum hevur luttikið í hesum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Orka
Vatn
Leiðsla
Nevnd