Miðnámsskúlin á Kambsdali


Verandi miðnámskúli á Kambsdali verður útbygdur við hølum til kreativar lærugreinar og eisini við fyrisitingarhølum.

Nýggi bygningurin verður bygdur í túninum millum handilsskúlan og studentaskúlan. Á hendan hátt verða hesir báðir skúlarnir knýttir saman við einum bóka-/miðlasavni.

Fyrisitingarhøli í verandi skúla verða flutt oman í nýggja bygningin, og nýggjar skúlastovur verða bygdar í staðin á hesum stað.

Í garðinum millum teir ymsu bygningarnar verða gongir gjørdar úr glasi.

Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Kontrast arkitektar, LBF og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Projektering: 2013-2014
Bygging: 2014-2015