Einki úrslit

Ferðin hjá SMJ

Ferðin hjá SMJ er søgan um eina fyritøku, sum áhaldandi hevur ment seg. Frá eyðmjúku byrjan okkara, til at SMJ í dag er millum leiðandi fyritøkurnar innan ráðgeving í Føroyum, hevur menningin verið merkt av ágrýtni, nýhugsan og einari støðugari stremban eftir at menna og víðka tænastur okkara .

Ferðin

Fyritøkan varð stovnað og virkaði í Føroyum, men hevur seinnu árini víðkað virksemið at fevna um fleiri norðurlond, teirra millum Danmark, Ísland, Noreg og Grønland. Hesa tíðina hava vit ikki bert økt okkara geografiska hjáveru, men eisini víðkað um serfrøðiøkini. Frá at fokusera á grundleggjandi verkfrøðitænastur sum HVS, ventilatión og vatnveiting, hava vit ment okkum til at fevna um eitt breitt úrval av sergreinaðum tænastum, m.a. burðardygga sniðgeving, orkueffektivisering og framkomna KT- og dátuhandfaring.

Ferð okkara er eisini søgan um starvsfólkið, hvørs serfrøði og áhaldni hevur verið lykilin til menning okkara. Vit hava støðugt raðfest at menna og stuðla toymi okkara, og hevur hetta ført til eitt sterkt, tvørfakligt samstarv og eina mentan við støðugari læring og nýskapan.

Søgan

Í august 1969 varð fyritøkan S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur
stovnað. Stovnarin, Sofus M. Jakobsen, var ættaður úr Klaksvík og hevði verið uttanlands í nógv ár, har hann hevði nomið sær verkfrøðingaútbúgving á Polyteknisk læreanstalt á Nørrebrúgv í Keypmannahavn. Eftir loknan lestur starvaðist hann hjá ráðgevandi verkfrøðingunum, Birch & Krogboe og síðani Johannes Jørgensen.

Eftir at hava ognað sær hollar royndir innan yrkið, flutti Sofus heimaftur til Føroya við konuni, Agnas Jakobsen, og synunum og stovnaði virkið: S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur.

Endamálið var – og er enn tann dag í dag – at veita eina dygdargóða tænastu innan ráðgevandi verkfrøði, ið er tillagað føroyskum viðurskiftum. Hann var samstundis millum teir fyrstu í Føroyum, ið slóðaði fyri ráðgevandi virksemi.

Í byrjanini vóru tað serliga rørskipanir, vatnveitingar og umhvørvistiltøk, ið vóru á dagsskrá, og flestu uppgávurnar fyrstu árini fevndu um arbeiðsøkini HVS og ventilatión. Men samstundis sum verkætlanirnar gjørdust fleiri í tali, og tørvurin á ráðgeving varð alt meiri víðfevndur, vórðu fleiri onnur arbeiðsøki løgd afturat teimum verandi.

Sofus Martin Jakobsen stovnaði fyritøkuna S. M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingur í 1969.

Fyrsta verkætlanin hjá S. M. Jakobsen var ítróttarhøllin á Hálsi, og afturat ítróttarhøllini hevði felagið stórt virksemi í 1970unum. Har kunnu nevnast verkætlanirnar Sandoyar Meginskúli, Tjaldursapotek og Útvarpshúsið. Ein av heilt stóru uppgávunum hjá Sofusi var at veita ráðgeving til nýggja vatnverkið í Villingadali, ið farast skuldi undir í 1984.

Í 1982 bleiv partafelagið, P/F Sofus M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingar sett á stovn, og hetta navnið bleiv brúkt næstu 32 árini. SMJ er ein familjufyritøka, og í 1987 gjørdist sonur Sofusar, Árni Jakobsen, partur av starvsfólkahópinum.

Vaksandi byggivirksemi í Føroyum hesi árini førdi við sær, at tá flest fólk vóru á teknistovuni í 1989, vóru tey 13 í tali, bæði verkfrøðingar og tekniskir hjálparar. Búskaparkreppan fyrst í 90-árunum hevði við sær, at virksemið hjá SMJ minkaði niður í nærum onki, og vóru tá bert fá starvsfólk í felagnum.

Við tíðini fór tó virksemið hjá SMJ spakuliga at økjast aftur. Uppgávurnar gjørdust fleiri í tali, og felagið mentist støðugt. Bjarni Jakobsen, eisini sonur Sofusar, byrjaði í 90-árunum, og hann arbeiddi í fleiri ár í felagnum. Millum mongu verkætlanirnar hesi árini ber til at nevna útbyggingin av Lands-sjúkrahúsinum, umbyggingin av bygninginum hjá Tryggingarfelag Føroya og nýggi bygningurin hjá Sjónvarp Føroya. Afturat verkætlanunum um hetta mundi varð í 2002-2004 farið undir at projektera “Klingruna” , sum var nýggi stásiligi bygningurin hjá Føroya Tele, har Árni Jakobsen varð settur sum projekteringsleiðari.

Í 2003 tók Árni Jakobsen við sum stjóri í fyritøkuni eftir Sofus. Beint undan jólum sama ár doyði Sofus brádliga.

Fyritøkan mentist støðugt, og í 2007 flutti SMJ í størri høli í J.H. Schrøters-gøtu. Menningin helt fram, tá SMJ í 2013 keypti fyritøkuna KJ-Elráð. Hetta førdi við sær, at umframt at veita ráðgeving innan HVS og ventilatión, gjørdist fyritøkan eisini kappingarfør innan el-ráðgeving. Sama árið varð eisini brunaráðgeving skipað sum arbeiðsøki, starvsfólk numu sær viðkomandi eftirútbúgving, og RM-bólkurin gjørdist partur av SMJ.

Í 2003 gjørdist sonur Sofus,
Árni Jakobsen, stjóri í fyritøkuni, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar

SMJ hevur altíð strembað eftir at veita kundunum eina dygdargóða tænastu. Samstundis verður alsamt miðað eftir at leggja afturat verandi serkunnleika við nýggjari vitan. Fyritøkan hevur sostatt støðugt víðkað sjónarringin innan ráðgeving, so hon framhaldandi megnar at veita kundunum ráðgeving innan flestu øki.

Tey seinastu árini hevur SMJ lagt nógv fyri til tess at menna sína vitan innan alivirksemi, við tí fyri eyga at vera við at menna føroyska laksaaling. Í hesum førinum hevur fjøltáttaði serkunnleikin í starvsfólkatoyminum á SMJ, givið fyritøkuni møguleika at veita ráðgeving, ið er grundað á samspæl millum lívfrøðiliga- og tøkniliga vitan.

Í 2014 gjørdist sonur Árna, Pætur Jakobsen, partur av fyritøkuni, og hevur hann staðið á odda fyri, at SMJ hevur ment seg innan ráðgeving til alivinnuna. SMJ hevur verðið við í nógvum stórum verkætlanum seinastu árini, so sum smoltstøðirnar hjá Bakkafrost á Strond, á Norðtoftum og á Viðareiði, umframt útbygging av framleiðsluvirkinum á Glyvrum. Um hesa tíðina bleiv navnið frá P/F Sofus M. Jakobsen Ráðgevandi verkfrøðingar til SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar.

Í 2018 bleiv Johan J. Joensen settur í starv sum verkætlanarleiðari, og seinni sum deildarleiðari og partur av leiðsluni. Hann hevur havt sín stóra lut í menningini seinnu árini.

Afturat mongu stóru ali-verkætlanunum, sum SMJ hevur verðið ein partur av seinastu árini, eru eisini aðrar uppgávur vorðnar støðugt fleiri í tali og alsamt fjølbroyttari. Dømi um mongu verkætlanirnar eru nýggi sjúkrahúsbygningurin á Landssjúkrahúsinum, útbyggingarnar hjá SEV og har afturat mongu skúlarnir, ið eru bygdir seinnu árini: studentaskúlin Glasir, skúlin á Fløtum, skúlin á Skúlatrøð og skúlin í Fuglafirði. Hetta eru alt verkætlanir, har SMJ hevur havt týðandi leiklut.

Mongu uppgávurnar, ið SMJ hevur veitt ráðgeving til í Føroyum hava ført vaksandi útlendskan áhuga við sær. Umframt, at SMJ í dag veitir sínar tænastur í Føroyum, so hevur fyritøkan eisini tikist við verkætlanir í grannalondunum, Íslandi, Danmark, Grønlandi og Noregi. Fyritøkan hevur tvær skrivstovur í Føroyum, í Tórshavn og Klaksvík, umframt eina skrivstovu í Keypmannahavn.

Eftir at hava verið stjóri í drúgt áramál, og samstundis fyri at taka næsta stigið í ættarliðsskiftinum, varð í 2022 samtykt, at Pætur Jakobsen og Johan J. Joensen gjørdust stjórar í SMJ, meðan Árni Jakobsen gjørdist nevndarformaður.