Orkuskráseting av bygningum í Tórshavnar kommunu
Ánari: Tórshavnar kommuna
Ár: 2008
Tórshavnar kommuna hevur í samsvari við yvirskipaða orkupolitikkin hjá Landsstýrinum sett eina kanning í verk.
Kanningin verður gjørd fyri at greina, hvussu orkuviðurskiftini eru í øllum bygningum, ið Tórshavnar kommuna varðar av.
Miðalorkunýtslan vísti seg at vera 243 kWh/fermetur/ár.
SMJ hevur gjørt 1. stig, ið nú er lagt fram fyri býráðnum og pørtum av umsitingini, ið varða av økinum.