Lívdin


Tann stóri salurin kann rúma góð 800 sitandi fólkum. Harafturat verður pláss fyri uml. 200 fólkum í ungdómssentrinum. Aftrat hesum verður kafé, umsitingarhøli, bókasavn, undirvísingarhøli og skifti- og venjingarhøli. Bygningurin er uml. 2.700 fermetrar.

Tað er nógv gjørt burturúr at fáa fagurfrøðina og virkisføri (æstetik og funktionalitet) at ganga upp í eina hægri eind. Fyri SMJ merkir tað, at allar tekniskar installatiónir verða førdar, har tað hóskar seg. Ein salur við næstan túsund fólkum, krevur eina góða væl dimensioneraða ventilatiónsskipan, sum helst ikki skal síggjast for væl. Uppi yvir loftinum í stóra salinum ganga stórar ventilatiónskanalir, sum eru við til at tryggja eitt gott inniklima í bygninginum.

Byggiharri: Samkoman Lívdin