SEV Fossáverkið í Vestmanna


Eftir at turbinurnar á Fossáverkinum í Vestmanna eru renoveraðar, er sjálvur bygningurin eisini blivin renoveraður. Bygningurin er klæddur av nýggjum við bjálving, og hølini innan eru sett í stand, so at bygningurin verður sum nýggjur.
Ventilatiónin í turbinuhøllini er gjørd av nýggjum, so at luftin nú verður tikin inn í bygningin á ovaru síðu, og nýtt avkast er oman móti sjónum. Áður var inntak oman móti sjónum og avkast upp gjøgnum tekjuna.
Bygningurin er ikki broyttur í útsjónd, hóast hann er totalrenoveraður.

Byggiharri: SEV
Bygningsarbeiðstakari: Articon
Ventilatiónsarbeiðstakari: RenoVent
Ráðgevarar: Árni Winther, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: 2013