Sjóhiti til Articon á Skála


SMJ hevur staðið fyri projekteringini av nýggju sjóhitapumpuskipanini.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við Articon, Demich og Jarðfeingi.

Nýggja hitaskipanin í høllini hjá Articon á Skála er ein sjóhitapumpuskipan, har sjógvur verður pumpaður inn til ein hitavekslara, sum hitapumpan er bundin í.
Útrokningar vísa, at COP fer at liggja oman fyri 4.
Bygningurin verður upphitaður við hitablásarum, ventilatión og gólvhita.

Arbeiðið varð liðugt í septembur 2009.

Byggiharri: Articon
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: 2008-2009