Skúlin við Løgmannabreyt


Nýggi barnaskúlin við Løgmannabreyt er helst fyrsta verkætlan í Føroyum, har útbjóðingartilfarið ikki verður prentað, men einans fæst digitalt av alnótini.
Hakin varð settur í 1. aug 2006, og 1. partur av byggingini varð tikin í brúk til skúlabyrjan 2008 sum ætlað. Byggingin er skipað í høvuðsarbeiðstøku við innbodnari útbjóðing. Bygningurin verður millum annað útgjørdur við natúrligari ventilatión við serinstallatiónum til serstovur og tannlæknastovur.

Ráðgevarar: Árni Winther Arkitektar, LBF, KJ Elráð og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar