Skúlin við Løkin


Runavíkar skúli, ið er ein verkætlan, sum verður framd í partalag, hevur gingið sera væl.
Borgarstjórin setti spakan í 3. oktobur 2006, og varð skúlin avhandaður Runavíkar kommunu 12.12.08.
Skúlin hevur 18 skúlastovur, serstovur sum jarn- og træsmíð, tilevning/handarb./list, bólkarúm, lívfrøði, alis- og evnafrøði, tónleikarum og kantinu.
Harumframt hevur skúlin stóra aulu og bókasavn, sum ætlanin er, at allir borgarar í kommununi skulu hava gleði av.
Gamli skúlin, sum varð tikin niður í sambandi við, at nýggjur skúli skuldi gerast, var gamal og niðurslitin, og eisini vorðin ov lítil. So nýggi skúlin er eitt stórt framstig fyri alla kommununa.

Byggiharri: Runavíkar kommuna
Ráðgevarar: Teknistovan v. Eyðun Petersen, SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar
Byggiár: 2006-2008