Smoltstøð á Viðareiði


Bakkafrost byggir nýggja smoltstøðina á Viðareiði. Hendan nýggja smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smolti, áðrenn tað verður sett á sjógv. Nýggja smolstøðin er uml 6.000 m2 til støddar og fevnur um tvær karhallir, filturskipanir og umsitingarbygning. SMJ hevur havt ábyrdina av ELog HVS installatiónum, umframt samskifti við myndugleikar á elveitingarøkinum. SMJ hevur eisini projekterað generatorskipan til støðina.

Byggiharri: Bakkafrost
Arbeiðstakari: Articon
Ráðgevarar: SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar og Spenn

DCIM100GOPROG0044653.