Smoltstøð á Strond


Bakkafrost byggir nýggja smoltstøðina á Strond. Hendan smolstøðin er ein liður í at økja støddina á smolti, áðrenn tað verður sett á sjógv. Nýggja smolstøðin hevur knapt 60 kør sum rúma upp ímóti 30.000 m3 av vatni.

SMJ hevur havt ábyrgdina av brunaráðgeving, øllum installatiónsarbeiði, harundir projekteringsleiðsluna av installatiónum, samskipan og ráðgeving í samband við byggiharraveitingar, projektering av El og rørskipanum, harundir sjógvkøliskipan, fiskaflutningur og ljóssimuleringar.

Byggiharri: Bakkafrost
Arbeiðstakari: Articon
Ráðgevarar: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, Spenn og
SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar