Sjálvboðin umsókn

Starvsfólkini eru miðdepilin hjá SMJ. Vit ganga uppí at samanseta okkara toymir við viðkomandi fakligum kunnleika og persónligum eginleikum.

Vit eru altíð áhugaði at hoyra frá fólki, ið hava áhuga fyri SMJ. Tá tú vendir tær til okkara, send okkum útbúgving, prógv og CV, og fortel um tínar persónligu eginleikar og motivatión fyri at venda tær til okkara.

Lesandi

Vit hava ígjøgnum nógv ár havt lesandi knýtt at felagnum. Hetta er ein góður máti fyri teg at koma at kenna eitt virki sum okkara. Vit bjóða lestrarstørv og praktikk. Umframt samstarv um uppgávur hjá lesandi undir hægri lestri.

Send umsókn til starv@smj.fo