EL-verkfrøðingur


SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar søkir eftir el-verkfrøðingi til projektering og eftirlitsarbeiði.

SMJ er eitt ráðgevaravirki við 35 starvsfólkum, og arbeiðir í Føroyum og í Grønlandi.

Okkara arbeiðsøkir eru:

  • Orka & Umhvørvi
  • El & Stýring
  • Aling
  • Bruni & Trygd
  • Verkætlanarleiðsla

Vit vænta

  • Tú ert útbúgvin el-verkfrøðingur ella líknandi og hevur royndir við projekterings- og eftirlitsarbeiði.
  • At tú hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu.
  • Tú hevur góðar KT- førleikar. Tað er avgerandi, at tú ert opin og ágrýtin at læra nýggj forrit.
  • Tú ert kringur í tølum.
  • Uppgávurnar verða loystar saman við øðrum fakøkjum í einum felags stevi á einum høgum fakligum støði.

leiklutur og møguleikar

Starvið og møguleikar laga seg hvørt til annað. Í okkara fakligum umhvørvi eru kundin, uppgávurnar og samstarvið í fokus. Samansetingin av ymiskum serkunnleikum ger, at vit í felag loysa truplar tekniskar uppgávur.

Setanartreytir

Talan er um eitt fultíðarstarv. Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Umsókn

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Árna Jakobsen, tlf. 233521.

Skrivlig umsókn og CV skal verður okkum í hendi innan 26. juli 2019 og skal sendast til smj@smj.fo