Forretningsleder

Dagligur leiðari til deild okkara í Keypmannahavn.

Deildin hjá SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingum, sum heldur til í Carlsberg Byen í danska høvuðsstaðnum, skal mennast, og tú verður miðdepilin í hesi tilgongd.

Sum dagligur leiðari leggur tú dent á at røkja samskifti við viðskiftafólk og skapa ein góðan starvsfólkatrivnað. Umframt varðar tú av tilfeinginum og góðskustýringini.

Fyritøkan SMJ Ráðgevandi Verkfrøðingar hevur meiri enn hálva øld á baki, og royndir hareftir. Seinastu árini er virksemið eisini økt út um landoddarnar. Vit veita ráðgeving og hava fólk á staðnum í sambandi við verkætlanir í Noregi, í Íslandi og í Danmark. 40 fólk starvast í fyritøkuni.

Eigararnir eru leiðslan í fyritøkuni, og dagligi leiðarin í Keypmannahavn verður partur av leiðslutoymi saman við eigarunum.

Tú ert útbúgvin verkfrøðingur ella maskinmeistari og ert væl fyri í mun til verkætlanarleiðslu. Hevur tú royndir innan ráðgevara- ella byggjuvinnuna, og eru tær drúgvari enn 5 ár, ger tað mun rætta vegin.

Tú dugir væl við fólki, samskiftir greidliga í orði og talu og megnar at samstarva við áhugapartar á ymsum stigum.

Tú ert væl fyri fakliga og hevur gott skil á handilsskapi. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um tú hevur góðan kunnleika til talgild amboð og torir at ganga nýggjar leiðir í so máta.

Tú fært

Tú fært ein sentralan leiklut í menningini av nýggju deild okkara í Keypmannahavn.

Sum dagligur leiðari í danska høvuðsstaðnum hevur tú ábyrgd av verkætlanarleiðslu, tilfeingisrøkt og søluarbeiði. Tað er tú, sum hevur yvirlitið, tú ivast ikki í, hvørjar veitingar SMJ kann bjóða, og tú veitst, hvat er tøkt í mun til tíð, økonomi og tilfeingi annars.

Tú hevur fakligu ábyrgdina á staðnum og skal regluliga samskifta við einstaka starvsfelagan. Tú eggjar øðrum og sært menningarmøguleikar hjá starvsfólkunum.

Hjá SMJ verður tú partur av eini fyritøku, sum raðfestir góðsku og framfýsni høgt. Tað er stuttur vegur frá tí góða hugskotinum til, at tað verður framt.

Vit bjóða góðar setanartreytir.

Er tú áhugað/áhugaður
Ljóðar starvið spennandi, ring so til Pætur Jakobsen, stjóra á 23 35 00.

Send umsókn og CV til starv@smj.fo í seinasta lagi hósdagin 29. september 2022. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt, tær eru okkum í hendi. Send tí umsóknina sum skjótast.