Sundsverkið


SEV útbyggir Sundsverkið, støð 3 verður bygd afturat teimum báðum støð 1 og 2. Nýggja støðin rúmar fýra motorar. Spillorkan verður gagnnýtt á verkinum og á fjarhitanetinum.

SMJ hevur havt projekteringsleiðsluna, brunaráðgeving, myndugleikaumsókn,  ábygd av at projektera leiðingar í lendi, el skipanir, rørskipanir og verið byggiharraráðgevi í samband við innkeyp av serveitanum.

Byggiharri: SEV
Arbeiðstakarar: Articon og BWSC
Ráðgevarar: SNA, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar

Leinkja til videobrot, sum SEV hevur fingið framleitt: https://www.youtube.com/channel/UC9fQgswtQp7q8M1Dz2dNNfA